Harri! Harri! Harri!
Sært tú tín son?

Villir hundar
Elta meg
Gjøgnum regnið
Og eg renni
Fyri lívinum

Kirkjudyrnar
Eru stongdar
Og eg standi
Púra á berum

Harri! Harri! Harri!
Sært tú tín son?

Eg gekk mína egnu leið
Misti fótafestið
Datt í rununa
Sá líkið av einum presti

Brotin og vilstur
Í hesi verð
Er mín síðsta vón
At tú vilt taka mína bót
Míni tár

Harri! Harri! Harri!
Sært tú tín son?

Villir hundar
Elta meg
Gjøgnum regnið
Og eg renni
Fyri lívinum

Harri! Harri! Harri!
Sært tú tín son?
Correct  |  Mail  |  Print  |  Vote

Villir Hundar Lyrics

Hogni – Villir Hundar Lyrics