Gestur villur frá høllini gongur,
Blindur er hann og fáur;
Møtir hann einum gomlum manni,
Allur í hærum gráur.
"Far tú tæare í grasgarðar
Og ráð fyri tínum bú;
Eg skal mæare fyri Heiðrik kong
Og gátur kenna nú. "
Treðum lættliga dansin,
Dagurin skín so fagurliga;
Komið er hægst á summarið.
"Tríati eru gáturnar,
Git mæare eina av teim:
Hvussu eitur sá reyða trumma,
Ið slæare yvir allan heim"?
"Vita man eg gátuna,
Eg giti tað fyrstu av teim:
Toran eitur sá reyða trumma,
Ið slæare yvir allan heim".
Treðum lættliga dansin,
Dagurin skín so fagurliga;
Komið er hægst á summarið.
"Vita man eg gátuna,
Eg fari ei við tí hátt:
Óðin ríður sínum hesti
Bæði um dag og nátt. "
Óðin gjørdist villini fuglar,
Fleyg sæare út á hav,
Brendi inni Heiðrik kong
Og alt tað lið, har var.
Treðum lættliga dansin,
Dagurin skín so fagurliga;
Komið er hægst á summarið.