Litleys standa tey á horninum
Og selja seg bíliga
Vita ikki at tey standa
Og bróta seg innanífrá

Millum sopp og dropandi fukt
Býr fólkið í sprekkunum
Í glitrandi handilsvindeygum
Hongur ein vón so tung

Varligani teska tey í myrkrinum
Har sneytað verður er so kvirt
Frelsarin, ein fyrivarin fyrimynd
Troysta tey tráðandi

Millum sopp og dropandi fukt
Býr fólkið í sprekkunum
Í glitrandi handilsvindeygum
Hongur ein vón so tung
Correct  |  Mail  |  Print  |  Vote

Fólkið Í Sprekkunum Lyrics

Hogni – Fólkið Í Sprekkunum Lyrics